Fyri 14 árum síðani fekk Jónvør Joensen úr Sørvági ein blóðtøpp, ið gjørdi, at hon í eitt tíðarskeið misti evnini at tosa.
Áðrenn blóðtøppin hevði hon verið ógvuliga virkin í nógvum ymiskum frítíðarvirksemi í Vágum, men tá hon brádliga ikki fekk tosa, kollveltist lívið fullkomiliga.
- Eg kendi meg avskorna frá øllum tí sosiala, og tá mann er ein sosialur persónur sum eg, er tað ein ógvuliga ring støða, sigur Jónvør Joensen, sum í dag er 66 ára gomul.
Við góðari hjálp frá talupedagogi, stuðli frá sínum nærmastu og ikki minst einum áhaldandi treiskni megnaði hon at læra seg aftur at tosa.