Vegurin hjá Jákupi Erlingssyni Petersen var ikki snórabeinur. Hann royndi ymiskt handaligt, áðrenn hann fór undir gudfrøðislestur. Hann hevur tikið eina BA í Fjellhaug, hevur lisið á DBI og tikið teologiskt embætisprógv í Keypmannahavn. Í dag er hann prestur í Norðurstreymoyar eystara prestagjaldi.