Hon var blivin troytt av gerandisdegnum í Føroyum, vildi sleppa úr tryggu kørmunum og royna nýggjar avbjóðingar. Og so hevði hon altíð havt ein dreym um at sleppa uttanlands at ganga á listaskúla.
Katrin í Gongini valdi í fjør at taka stóra feti og fara til Barcelona á listaskúla í nakrar mánaðir.
- Tá eg fekk at vita, at eg var sloppin inn á skúlan, bleiv eg í fyrstu syftu fjálturstungin og hugsaði, hvat tað var, eg hevði rótað meg útí. Men eg hugsaði samstundis, at nú var møguleikin at sleppa til ein fantastiskan bý og samstundis fáast við list endiliga til staðar, so sjálvandi fór eg avstað, sigur Katrin í Gongini.
Í Vegamótinum greiðir Katrin í Gongini millum annað frá, hvussu tað var at fara aftur á skúlabonk sum 66 ára gomul, og hvussu tað var at vera einsamøll í einum stórbýi. Eisini greiðir hon frá ávísar upplivingum, hon hevur frá tíðarskeiðinum í Barcelona.