Í dag fer Beinta Johannesen, sum arbeiðir á Bókadeild Føroya Lærarafelags, at greiða frá bókadøgunum, sum verða í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum. Niels Johnson, sum gongur í 6.flokki í Eysturskúlanum í Havn, dámar væl at lesa tjúkkar bøkur. Hann fer at greiða frá yndislesnaði sínum. Í skúlanum á Argjahamri eru fegnir First lego league vinnarar, tey kalla seg Legoholics, og hava úr at gera, tí 28. november fara tey til Noregs at kappast víðari.