Kringlan

Kringlan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Kringlan episodes

  • Kringlan: Stavikappingin í SMS
    Í Kringluni í dag fer Tóra í Stórustovu at spæla ein kringlulista, men allarfyrst fara vit at hoyra um eina sera sera spennandi stavikapping, sum SMS hevur skipað fyri.
    Finalan var leygardagin klokkan 14. og tað vóru 5. flokkur úr Kollafjarðar skúla og 5. flokkur úr Sørvágs skúla, sum kappaaðust. Næmingarnir sum kappaðust, vóru raskir at stava, gita orðatøk og setningar.
    Úrslitið var javnt, men vinnari var so Kollafjarðar skúli, sum vann eina floksveitslu. Vertir vóru Anita og Angela og dómari var Jóhan. Nú fara vit at hoyra, tá ið kappingin næstan var at enda komin, og tá ið vinnarin var kosin.
    Ljóðið er ikki av tí allarbesta, men lurti her frá stavikappingini í SMS.
    13 min
  • Kringlan: Dýr er barnaverð - Vættrar - Jól í 5.a
    Í dag hoyra vit um nýggja filmin, sum hevur verið sýndur í biografinum. Filmurin eitur "Dýr er barnaverð", vit hitta høvundin Steintór Rasmussen, Rakul Ró, sum er 11 ára gentan í filminum og Beintu Clothier, sum er mamman í filminum.
    Síðani fara vit at tosa um vættrar, Eyðun Andreasen fer at greiða frá, og børn í Argja skúla, siga sína hugsan. Eisini hoyra vit eina vættrasøgu, sum Ella Smith Clementsen hevur skrivað. At enda hoyra vit hoyrispælið - Jól í 5.a, sum Jákup Veyhe leggur til rættis.
    57 min
  • Kringlan: Um jól í KVF, Amnesty og Jól í 5.a
    Í dag hoyra vit um jólakalendarasøaguna - Jól í grannalagnum, sum verður at hoyra gerandismorgnar í Barnaútvarpinum. Vár Berghamar Jacobsen skrivaði í 2007, og Kári Jacobsen gjørdi tónleikin. Finnur Hansen stóð fyri tí tekniska.
    Síðani hoyra vit um jólakalendaran í sjónvarpinum, sum er - Jól í Svingi. Páll Danielsen leikstjórnaði og greiðir frá. Rógvi Langaard er í starvsvening í Kringvarpinum, og hann hevur í dag gjørt samrøðu við Katrina á Neystabø, sum greiðr frá Amnesty Internationa, um barnarættindasáttmálan, og um hví vit seta ljós í vindeyguni 10.desember.
    At enda hoyra vit ein part av hoyrispælinum - Jól í 5.a, sum Jákup Veyhe gjørdi til Barnaútvarpið í 2011.
    56 min
  • Kringlan: Um bókadagar og First lego league 2013
    Í dag fer Beinta Johannesen, sum arbeiðir á Bókadeild Føroya Lærarafelags, at greiða frá bókadøgunum, sum verða í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum. Niels Johnson, sum gongur í 6.flokki í Eysturskúlanum í Havn, dámar væl at lesa tjúkkar bøkur. Hann fer at greiða frá yndislesnaði sínum. Í skúlanum á Argjahamri eru fegnir First lego league vinnarar, tey kalla seg Legoholics, og hava úr at gera, tí 28. november fara tey til Noregs at kappast víðari.
    48 min

About Kringlan

From the publisher's feed

Sendingin er ikki á skránni í útvarpinum í løtuni. Væntandi byrjar sendingin aftur fyrst í 2015.