Kyn og kenslur

Kyn og kenslur

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Kyn og kenslur episodes

  • »Hann hevur onki álit á mær«
    Hóast tey illani kunnu fara út saman, uttan at alt endar í klandri og ósemju, er hetta maðurin, hon elskar og vil verða saman við.
    Turið Horn og Jógvan Zachariassen sita í útvarpsstovuni, til síðstu Kyn og kenslur sendingina á hesum sinni.
    1 hr 30 min
  • »Var hjúnaskilnaðurin røtt avgerð?«
    Aftan á sera trupult og hart tíðarskeið, kennir kvinnan seg at vera á rættari kós, tó so tykist hon eisini vera í íva í, um hetta nú var rætta avgerðin, hon tók, tá hon fór frá manninum, sum hon hevur trý børn saman við. Hon spyr: "Hvat er eitt sunt familjumynstur fyri okkum?"
    Turið Horn og Jógvan Zachariassen svara teimum 4 brøvunum, sum verða viðgjørd í hesi sending, sum eisini er tann næstsíðsta á hesum sinni. Øll brøvini eru at finna á Facebooksíðuni hjá Kyn og kenslum.
    1 hr 32 min
  • »Óttin stýrir lívi mínum«
    Óttin avmarkar hann meira og meira, og hóast hann ikki væntar, at fólkini handan Kyn og kenslur kunnu hjálpa sær, biður hann um hjálp.
    Ein kvinna biður eisini um hjálp. Eisini hennara dagur er avmarkaður, og verður bara verri og verri. Hjá henni er tað sorgblýdni og tunglyndi, sum tyngir. Hon er nærum aldrin glað, men kennir seg kedda og einsamalla. Hetta hóast hon hevur sjeik og børn.
    Fyri nøkrum vikum síðan svaraði Bjørghild brævi frá manni, sum var sera vónbrotin av, at daman nú hevði blakað hann á dyr. Hetta hóast tey hava tvey lítil børn saman. Bjørghild svaraði so væl hon kundi, men segði eisini, at vit máttu vita meira um mannin og teirra parlag, fyri at kunna geva meira nágreiniligt svar. Tá ið sendingin var liðug, skrivaði sami maður aftur, og tað brævið havi vit við í hesi sendingini.
    Tær, ið svara hesum trimum brøvum eru, Ann Dahl Hansen, prestur, og Turið Horn, parráðgevi.
    1 hr 30 min
  • Maðurin velur ítróttin fram um konu og børn
    Er kvinnan bara eitt grenj, ið hevur tørv á at hava okkurt fríðtíðarítrív sjálv? Ella eigur maður hennara at verða meira heima hjá børnum, konu og húsi? Turið Horn, parráðgevi, svarar hesi kvinnu.
    Eisini havi vit fingið eitt bræv frá eini kvinnu, sum tendrar upp á aðrar kvinnur, og hevur verið saman við kvinnum. Tó so, so elskar hon sín mann, tendrar upp á hann, og vil ikki missa tað, tey hava saman.
    Triðja brævið er frá kvinnu, sum bert hevði hug til sex fyrstu tvey árini av parlagnum. Hon hevur tó sex javnan við sjeikinum, men tá er tað við ringum tannabiti. Hetta veit sjeikurin væl, og tí er hon nú bangin fyri, at sjeikurin ikki tímir hetta lívið leingið afturat.
    1 hr 21 min
  • »Eg vamlist av mær sjálvum«
    Eitt annað bræv er frá kvinnu, ið er troytt av keðiliga lívinum samanv ið manninum. Skal og kann hon gera okkurt? Ella skal hon fara frá honum, og finna ein annan?
    Triðja brævið er frá kvinnu, sum júst er skild frá manninum. Tey hava trupult við at verða samd um, hvussu nógv børnini skulu búgva hjá pápanum.
    Tað eru Turið Horn og Jógvan Zachariassen, ið svara brøvunum hesa ferð.
    1 hr 14 min
  • »Eg vil hava damuna og børnini aftur«

    Maðurin hevur vaskað, ruddað og gjørt nógv annað húsligt arbeiði, tó so, so er daman farin frá honum, og sigur at tað aldrin verða tey aftur. Hetta er torført at góðtaka, tá ein bert vil hava sína familju aftur, og vera so nógv saman við børnum sínum, sum til ber.

    Bjørghild Djurhuus svarar hesum manni, umframt hinum trimum brøvunum, ið eisini eru við í sendingini hesa ferð. Brøvini kanst tú lesa á okkara Facebook-síðu her: Kyn & kenslur á Facebook (letur upp í nýggjum kaga).

    1 hr 24 min
  • Missa kvinnur hugin til kynslív í skiftisárunum?
    Kvinnurnar skriva bræv til Kyn & Kenslur og spyrja, hvussu tær fáa gongd á tað kynsliga aftur, og um tað hjálpir nakað, at fara til lækna.
    Ein maður í 40´unum skrivar, at kona hansara ikki hevur eins stóran hug til sex, sum hon hevði áður, og tí vil hann vita, um hon man vera komin í skiftisárini. Parlagið heldur ikki til hetta, og tí biður hann um hjálp.
    Ein kvinna hevur sína debut í sendingini, tað er Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur. Saman við henni, at svara hesum brøvunum, er Turið Horn, parráðgevi.
    1 hr 26 min
  • »Eg haldi eg eri nymfoman«
    Ein onnur kvinna umhugsar, at gera sær bróstini størri. Man hetta vera síðsti brikkurin, sum fær hennara lív at verða fulkomið?
    Eftir at hava hugna sær saman í nakrar mánaðir, hevur elskarinnan gjørt tað liðugt. Hon hevur ikki kenslur fyri honum, men vildi bara hava sex. Eftir stendur hann einsamallur og við hjartasorg. "Skal eg bíða eftir henni, ella koma víðari?"
    At svara hesum trimum brøvunum, koma Turið Horn og Jógvan Zachariassen.
    1 hr 19 min
  • »Neyðtøkan nívir meg nógv«
    "Eg fái sálarliga og likamliga pínu, tá ið eg og maðurin eru í song saman. Hvat kann eg gera? Kann eg fáa sálarliga hjálp? Heilsan ein neyðtikin kvinna, sum vil úr síni neyð."
    Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur, svarar hesum brævi, umframt hinum trimum brøvunum, sum eisini eru við í hesi sending.
    Øll brøvini í sendingini eru at finna á okkara Facebook-síðu her: Kyn & kenslur á Facebook
    1 hr 22 min
  • »Døturnar oyðileggja hjúnabandið«
    Tað er farið so langt, at kvinnan er flutt frá manninum. Hetta vegna klandur og stríð mullum hana og døturnar hjá nýggja manninum. Hon spyr, hvat hon kann gera, tí hon elskar mann sín, og vil gerast gomul saman við honum.
    Hetta er eitt av fýra brøvum, sum eru við í sendingini hesa ferð. Tað er Jógvan Zachariassen, pastor, ið svarar brøvunum í hesari sendingini.
    1 hr 28 min

About Kyn og kenslur

From the publisher's feed

Savnssending