Aftan á sera trupult og hart tíðarskeið, kennir kvinnan seg at vera á rættari kós, tó so tykist hon eisini vera í íva í, um hetta nú var rætta avgerðin, hon tók, tá hon fór frá manninum, sum hon hevur trý børn saman við. Hon spyr: "Hvat er eitt sunt familjumynstur fyri okkum?"
Turið Horn og Jógvan Zachariassen svara teimum 4 brøvunum, sum verða viðgjørd í hesi sending, sum eisini er tann næstsíðsta á hesum sinni. Øll brøvini eru at finna á Facebooksíðuni hjá Kyn og kenslum.