Jógvan Zachariassen sigur: "Langt forspæl leiðir til gott sex. Gott sex tekur tíð og tol. Vit fáa mest burturúr sex, tá ið vit hita upp við forspæli. Forspæl er eisini, tá ið maðurin dustsýgur. So um maður tín gongur runt við dustsúgvara í hond, so veist tú, hvar klokkan er sligin.
Hann skal tó minnast, at forspælið byrjar fleiri dagar frammanundan, og ikki lítla løtu áðrenn ástarleik. Tit minnast jú myndataluna: "Ein maður er sum ein mikroovnur, meðan kvinnan er, sum ein brenniovnur," heldur Jógvan Zachariassen. Hugleiðingin hjá Jógvani um forspæl, kemur aftan á, at eina kvinnan í brævi sínum spyr, hvussu hon og maðurin finna nærleikan aftur.
Umframt Jógvan, so svara Ann Dahl Hansen, prestur, og Turið Horn, parráðgevi, eisini brøvunum í sendingini. Annað brævið er frá kvinnu, sum als ikki skilur, hví maður hennara hevur hug til, og tørv á, at vera vinur við sínar eks-damur á Facebook. Hetta ger hana øvundsjúka, og gevur trupuleikar teirra millum.
Triðja brævið er frá manni í 50´unum. Kona hansara hevur ikki havt hug til sex í longri tíð, og hevur hetta ført við sær, at hann hevur leitað sær aðrastaðni. "Eg havi framvegis góðan hug, og tað veit hon! Eri eg tá ótrúgvur?," spyr maðurin.
Hoyr hvat Ann Dahl Hansen, Turið Horn og Jógvan Zachariassen svara til hesi trý brøvini.
Á Facebook-síðuni hjá sendingini her, Kyn & kenslur á Facebook (letur upp í nýggjum kaga), kanst tú lesa øll brøvini, umframt at tú eisini kann lesa viðmerkingar lurtarar hava til brøvini.