LEITISSTEIN er og vitjar Teit Lassen á Velbastað, sum er samvertur í sendingini. Tað merkir, at Teitur eisini velur tónleik, sum honum dámar, til sendingina, eitt nú við nøvnum sum Bibio, Jenny Hval, Perfume Genius og Low.
Samstundis verða allir sangirnir á nýggju EPini hjá Teiti, "Modern Era", spældir.
Tveir tímar av reinum tónleikanørdaríi og hugleiðingum við LEITISSTEIN & Lassen.
Playlistin til sendingina kann hoyrast her.