Charles Bradley, sáli, Sharon Jones, sála, Lee Fields og ikki minst Amy Winehouse, sála, eru nøkur av sterku funk, R&B og soul nøvnunum, sum hava givið tónleik út á serliga plátufelagnum Daptone Records úr Brooklyn, New York.
Daptone Records, Daptone Studio og húsaorkestur, The Dap Kings, halda til í einum skirvisligum húsum. Men hóast tað, so eru nakrar av bestu soul, funk og jazz útgávunum upptiknar har, eitt nú "Back To Black" hjá Amy Winehouse.
Daptone Records var tema í seinna tímanum av sendingini mánakvøldið.