"Seinferð" er fyrsta plátan hjá Leu Kampmann á føroyskum, men onnur í røðini av heildarútgávuna. Lea er gestur í sendingini, har prátað verður nýggju plátuna og sangirnar á plátuni, ið er sprottin úr einum tungum tíðarskeiði í lívinum hjá Leu, har hon stríddist við strongd.
"Seinferð", sum er eitt samstarv við Teit Lassen, er bæði ein roynd hjá Leu at grava seg niður til sínar føroyskar røtur, men eisini at leita inn til okkurt meira upphavligt og seinført-føroyskt í sær sjálvari.