Lívið hjá veiðimanninum og skógrøktarmanninum Ulf Norrstig broytist, samstundis sum hann hittir ein úlv í skóginum nærindis heimið. Hendan løtan saman við úlvinum fær stóra ávirkan á Ulf, sum fer at hugsa nærri um náttúruna, veiðina og lívið. Svenski rithøvundurin Kerstin Ekman hevur skrivað bókina "Renna úlv”. Jákup í Skemmuni hevur týtt til føroyskt, og Sprotin hevur givið út.
Í Lesikrókinum hesa ferð viðgera Aref Tórson Olsen, Dorthe Pedersen og Jens Christian Carlsson bókina "Renna úlv."