Hvat er esportur, og er talan um ítrótt? Vit spyrja Rúna Winther Johnsen, ein av fyriskiparunum handan esport Føroyar, og eisini Elina Heðinsdóttir Joensen, forseta í ÍSF hesar spurningar.
Tá sonurin gerst professionellur sum 15 ára gamal, og nú er heimsmeistari í esport, so hevur hann allarhelst spælt nógv telduspøl, tá hann var smádrongur. Vit práta við Vivian Sundstein um foreldraleiklutin, tá sonurin trívist best framman fyri telduna.
Eisini vitja vit á Elekstron, har FM í esport fer av bakkastokki um eina lítla løtu. Vit práta við Bjarna Due Zachariasen sum skal kappast, og Petur Petersen, sum skal siga frá kappingini online.