Kári E. Jacobsen talar um, at Gud hevur eina ætlan við lívinum hjá einum og hvørjum menniskja. Eins og Ísraels fólk í oyðimørkini, so kennur tú teg kanska at vera í eini oyðimørk andaliga, men Gud ynskir, at føra okkum úr oyðimørkini inn í tað kall, sum Gud hevur til okkum.
Við at hyggja at Mósesi, Josva og Kaleb, og Jóhannes doyparanum, vísir Kári E Jacobsen á, at 3 ting hanga saman:
Trúgv – vit mugu trúgva tí, sum Gud hevur talað.
Tala – vit mugu tala tað, sum Gud hevur kallað okkum til.
Tænasta – við at trúgva og tala tað, vit trúgva, leiðir okkum til tænastu.