Í dag fyllir Jóanes Nielsen rithøvundur 70 ár. Og í Ljóaranum í dag hava vit eina longri samrøðu við rithøvundin.
Jóanes Nielsen man vera ein tann mest lisni og best umtókti føroyski rithøvundurin, sum er á lívi. Umframt yrkingasøvn, sjónleikir og greinasøvn o.a. hevur hann skrivað sjey skaldsøgur, og hann er virknari enn nakrantíð, nú hann fer um tey sjeyti.
Hóast hann er kendur sum tann rebelski, uppreistrarsinnaði og bersøgni rithøvundurin, sum talar at, er hann eisini lívsjáttandi, eymur og inniligur.