Keypmannahavn var á gosi. Allastaðni fram við Toldboden veittraði Danabrók, og næstan øll skipini, sum lógu í havnini, høvdu vundið flaggið upp á mastrina. Okkurt einstakt skip hevði eisini amerikanska flaggið Stars and Tripes á mastrini.
Hetta var tann 4. september í 1909, og øll bíðaðu eftir grønlkandssskipinum Hans Egede. Umborð var amerikanski læknin Frederick A. Cook, sum segði hava verið á Norðpólinum.
Frásøgumynd, sum Árni Joensen skrivaði eftir frásøgn hjá Eigil Steinmetz.
Jógvan Arge og Finnur Hansen løgdu sendingina til rættis.