Vegamótið

Lungnabrunin vísti seg at vera hjartafeilur


Listen Later

Tann 32 ára gamla Elisabeth Christiansen av Toftum upplivdi av sonnum at standa við eitt vegmót fyri skjótt einum ári síðani.
Í eina tíð hevði Elisabeth Christiansen kent seg óvanliga troytta og orkaði lítið og einki.
- Vit høvdu stákast til brúdleypið í nakrar vikur, og tí helt eg, at eg sikkurt bara var eitt sindur strongd av tí, fortelur Elisabeth Christansen og leggur afturat:
- Eg plagdi at venja, men eg legði til merkis, at eg orkaði ikki at røra meg meir enn í fáar minuttir, og so kikkaði eg eftir ondini og mundi svímað, sigur Elisabeth Christiansen.
Fáar dagar eftir brúdleypið versnaði heilsustøðan. Hon helt, at hon møguliga hevði fingið lungnabruna og fór tískil til lækna.
- Hjá læknanum fekk eg ein hvøkk, tí tá læknin hevði kannað meg, segði hann, at eg ivaleyst hevði ein álvarsaman hjartafeil, og sum støðan var, kundi eg fáa hjartasteðg hvørja løtu, sigur Elisabeth Christiansen.
Í Vegamótinum fortelur Elisabeth Christiansen, hvussu allar ætlanir og lívið sum heild broyttust fullkomiliga, tá hon fekk staðfest hjartafeilin á vári í fjør.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

VegamótiðBy Kringvarp Føroya