Fýra ymiskar kvinnur hava skrivað okkum brøv. Og evnini eru sera ymisk. Væntandi hugur er evnið í tí eina, slatur og ótrúðskapur er evnið í einum øðrum, vreiði og ónøgdsemi í tí triðja og opið hjúnarband er evnið í tí fjóðra brævinum.
Lurtarar hava sína greiðu hugsan um fleiri av brøvunum, sum tey hava viðmerkt úti á okkara Facebook síðu. Tey svarini lesa vit eisini upp í sendingini.
Turið Horn, parráðgevi og psykoterapeutur, og Ann Dahl Hansen, prestur, svara og siga sína hugsan um hesi brøvini.