Vegamótið

Martin búði úti á gøtuni


Listen Later

- Eg sat mangan á einum bonki niðri í Steinatúni. Skitin, fullur og við sárum í øllum andlitinum. Hvørjaferð eg byrjaði at hugsa um mína støðu, skundaði eg mær at drekka alkohol ella taka okkurt rúsevni, soleiðis at eg kundi drepa tær døpru kenslurnar.
Soleiðis sigur 47 ára gamli Martin Kúrberg, sum í dag starvast sum dagligur leiðari á Herberginum í Havn. Í nógv ár var hann bundin at alkoholi og rúsevnum, og hann kom so langt út, at hann í fleiri umførum búði úti á gøtuni í Havn.
- Onkur vil kanska siga, at tá tú ert í eini slíkari støðu, so mást tú bara taka teg saman og fáa skil á. Men tað er bara so ótrúliga trupult, tá tú meir ella minni hevur spælt tær av við alt og hatar tann persónin, tú ert, sigur Martin Kúrberg.
Í Vegamótinum hesaferð fortelur Martin Kúrberg millum annað um truplu barna- og ungdómsárini, hvussu hann upplivdi gerandisdagin sum heimleysur í Føroyum, og hvat tað var, sum gjørdi, at hann fyri 18 árum síðani megnaði at fóta sær aftur. Eisini greiðir hann frá, hvussu hann brúkar egnu lívsroyndirnar í starvinum sum leiðari á Herberginum.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

VegamótiðBy Kringvarp Føroya