Í mong ár hevur Virgar Dalsgaard, sum býr í Danmark, skipað fyri sonevndum mentanarferðum í bussi um stóran part av Evropa. Ferðirnar byrja altíð í Keypmannahavn og halda fram gjøgnum Týskland og víðari til onnur lond og kendar býir á evropeiska meginlandinum. Talan hevur verið um einar 10 sonevndar vikulangar ferðir til ymisk lond, eins og skipað hevur verið fyri nógvum stórbýarferðum, sum aloftast hava verið til Paris, Berlin ella Wien.