Tá hon var smágenta flýddi familja hennar' til Danmarkar undan Irak-krígnum. Í dag er hon ein nógv mentur trummusláari og er eisini gift einum trummusláara, Esben Svane, sum millum annað hevur spælt við grand-prix-bólkinum, A Friend In London.
Afturat L.I.G.A útgávum hevur sendingin fimm onnur løg á skránni, eitt nú tvey hjá The Weeknd.
Ihan Haydar og Esben Svane hava vinfólk í Føroyum. Myndin sýnir tey á eini vitjan í Klaksvík í 2018. Jákup Eydnugarð tók myndina.