TYRIL ætlanin ber navn eftir upphavsmanninum, Búa Tyril, ið sjálvur hevur navn frá fjallinum 'Tyril' við Gøtu, har hann vaks upp. Hæddin á fjallinum er 639 metrar, meðan tónleikurin mangan, men ikki altíð, tykist gera tað øvugta av hæddum, nevniliga at knýta jørðsamband við sínum grøvandi rútmum. Í 2018 gav TYRIL sína fyrstu heildarútgávu út, 'Tectonic Change', meðani onnur útgávan frá 2025 ber heitið: 'Glowing Sparkles'. Í báðum førum er talan um sera rútmiskan tónleik, ið vit tosa við Búa Tyril um.
Hann fær nógvu hugskotini á gongutúrum. Búi sigur tað ikki sláa falska mentu, at, tá hann gongur ein túr, koma hugskotini streymandi. TYRIL er hansara einmansætlan við gestatónleikarum, sum er serlig við egnum 'Nu World Beat' stíli, ið dyppar í jazz, r&b, rokk, popp og funk. Hóast nógv innflutt ljóð og effektir, er ikki talan um eitt heil-elektroniskt album, tí vanlig ljóðføri verða eisini nýtt. Til dømis spæla tveir gesta-guittaristar á løgunum, og Búi slær sjálvur trummurnar.
Umrøðan og spælingin av TYRIL varð gjørd í Plátubarrini 27. desember 2025. Hettta er tó ein nakað longri netútgáva av innslagnum. Í henni eru løgini: 'Conrad of Cork' frá 'Tectonic Change' í 2018, 'Blue Saturday (Run from the Cold)' og 'Rising South' frá seinnu TYRIL útgávuni í 2025, 'Glowing Sparkles'.