Tann fjórða og samstundis best umtókta Thomas Helmig útgávan við løgum sum 'Det er mig der står herude og banker på' og 'Nu hvor du har brændt mig af'. Eisini er eitt Gasolin' tøkulag frá 1976 á tikið við, og tað er eisini tað einasta, sum Helmig ikki skrivaði sjálvur til 'Vejen væk'.160.000 eintøk vórðus seld av 'Vejen Væk' og útgávan var tann best umtókta í Danmark um tað mundið.
Blaðmaðurin Martin Kongstad skrivaði árið eftir í 1989 í tíðarritinum Gaffa: "Miðskeiðis í áttatiárunum bleiv ein bláur drongur sjónligur í tónleikinum. Í dag lyfta øll hattin fyri honum, sum stigvíst, plátu fyri plátu, vann sær offiserstign millum soldátar Tordenskjolds". Hetta seinasta sipar til afturvendandi somu sangararnar, sum næstan áttu danska popularitesbarometrið í 80'unum.
Handa avmarkaða soldátarheimin viðmerkti Helmig soleiðis: "Eg hugsaði, at har innar vil eg fegin sleppa at vera við. Eg sá upp til Peter A.G., Steffen Brandt, og Kim Larsen, Anne Linnet og Lis Sørensen, og eg hevði eina stálstinna sannføring um, at tað fór eg at megna. Tað hevði onki at gera við at drikka vín afturvið laksi, tað, eg havi vunnið, er eitt fantastisk frælsi."
Temaplátan frá 1988 gjørdi Thomas Helmig til eitt risastórt navn og fjepparaidol av teimum stóru.
Plátubarrin 18. apríl 2026