Kvinnurnar skriva bræv til Kyn & Kenslur og spyrja, hvussu tær fáa gongd á tað kynsliga aftur, og um tað hjálpir nakað, at fara til lækna.
Ein maður í 40´unum skrivar, at kona hansara ikki hevur eins stóran hug til sex, sum hon hevði áður, og tí vil hann vita, um hon man vera komin í skiftisárini. Parlagið heldur ikki til hetta, og tí biður hann um hjálp.
Ein kvinna hevur sína debut í sendingini, tað er Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur. Saman við henni, at svara hesum brøvunum, er Turið Horn, parráðgevi.