
Sign up to save your podcasts
Or


Titusarbrævið 3, 5-6
--
Agnar Falkvard Joensen talar.
Upptikið 19. mai 2024 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági.
Matt. 7, 13-29.
Jesus tosar um "Gyltu regluna", "Smala og breiða vegin" og "Tey tvey húsini". - Hvat sigur hetta okkum?
--
Sonni Jacobsen talar.
Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 28. apríl 2024.
Hvat havi eg at týða fyri meinigheitina, og hvat hevur meinigheitin at týða fyri meg.
--
Leo-Hans Mikkelsen talar.
Upptikið 9. februar 2020 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági.
Tekstur: Róm. kap. 6.
- Gal. 2, 20.
- Kol. 3, 3.
--
Agnar Falkvard Joensen talar.
Upptikið 14. apríl 2024 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági.
Vit hugsavna okkum um vøkru uppreisnarfrásøgnina í Jóhannes kapittul 20.
Vit læra, at vit eru samgrógvin við Jesus í líkningini við deyða Hansara, og tí eru vit eisini tað í líkningini við uppreisn Hansara.
Heldur sannleikin so fast í tær, at tú megnar at leggja títt lív um í samsvari við Hann?
--
Agnar Falkvard Joensen talar.
Upptikið 7. apríl 2024 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági.
Vit fagna sigur Kristusar yvir deyðanum og grøvini. Hansara sigur bjóðar okkum, sum trúgva, frælsi, fyrigeving og vón um eitt uppreisnarlív.
--
Jógvan Steintún talar.
Upptikið 29. mars 2024 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági.
Men nú, tá ið tit eru loyst frá syndini og eru vorðin tænarar Guðs, hava tit ávøkst tykkara til halganar, og endin er ævigt lív. Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guðs er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara.
- Rómverjabrævið 6, 22-23.
--
Agnar Falkvard Joensen talar.
Upptikið 24. mars 2024 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági.
--
Eyðgerð Nattestad Hansen talar.
Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 16. februar 2020.
Ávaring móti falslærarum, dømir úr Gamla testamenti um Guds straff, eggjan til bøn og lovprísan til Guds.
--
Sonni Jacobsen talar.
Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 18. mars 2024.
Áminning Paulusar eru álvarsorð, sum skulu fáa okkum at óttast og at eyðmýkja okkum og undirgeva okkum til fulnar í trúgv á Jesus Kristus og verða endurnýggjaði við guðligum mátti. Tað finst ongin maður, sum ikki hevur góða orsøk at harmast um sín ófullkomileika, sína syndigu framferð, og sín mótvilja móti Harrans vilja.
Her er eitt høvi til sjálvrannsakan, sum skal og eigur at leiða til eina djúpa sannføring um synd og týdningin av at verða bjargaður úr fordøming.
--
Agnar Falkvard Joensen talar.
Upptikið 17. mars 2024 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági.
From the publisher's feed