Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.
Gestir fara so at viðgera tekstin, og gestir hesa ferð eru eru Símun Absalonsen, Statsautoriseraður grannskoðari og eisini kendur sum semingsmaður í sáttmálatrætum. Og Jastrid Høj, hon hevur verið skúlastjóri í frískúlanum Keldan, men starvast í dag í samkomuni Kelduni.
Símun Absalonsen og Jastrid Høj
Símun Absalonsen og Jastrid Høj umrøða prædikutekstin.
Teksturin til 20. sunnudag eftir tríeindardag.
Matt. 22,1-14.
Líknilsi: Brúdleyp hjá kongssyni
v1: Og Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra í líknilsum og segði:
v2: «Himmiríkið er líkt einum kongi, ið gjørdi brúdleyp hjá syni sínum.
v3: Og hann sendi sveinar sínar avstað at boða teimum, ið boðin vóru í brúdleypið. Men tey vildu ikki koma.
v4: Hann sendi aðrar sveinar á øðrum sinni avstað og segði: Sigið teimum bodnu: «Sí, veitslu mína havi eg gjørt til reiðar, oksar mínir og feitineytini eru dripin, og alt er tilgjørt; komið í brúdleypið!»
v5: Men tey løgdu einki í tað, men fóru burtur aðrar staðir, eitt út í akur sín og annað í handil sín;
v6: og hini tóku hendur á sveinar hansara og meinslaðu og drópu teir.
v7: Men kongurin varð vreiður og sendi út herlið sítt og tók hesi illgerðarfólkini av lívi og brendi borg teirra.
v8: Tínæst sigur hann við sveinar sínar: «Víst er tilgjørt til brúdleyps; men tey bodnu vóru tess ikki verd.
v9: Farið tit tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp so mongum, sum tit hitta.»
v10: Og hesir sveinarnir fóru út á vegirnar og savnaðu saman øll, teir hittu, bæði ónd og góð, og gildisskálin varð fullur av gestum.
v11: Men tá ið nú kongurin fór innar at síggja gestirnar, bar hann eyga við ein mann, sum ikki var klæddur í brúdleypsklæði.
v12: Og hann sigur við hann: «Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar, og ert ikki í brúdleypsklæðum?» Men hann tagdi.
v13: Tá segði kongurin við sveinarnar: «Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl!
v14: Tí at mong eru kallað, men fá eru útvøld.»
Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis.
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin:
[email protected]