Hetta er annarpartur í røðini av fimm, ið snúgva seg um kvinnur í country tónleiki. Í hesi sendingini verður varpað ljós á kvinnuna við eyðkendu røddini Dolly Parton. Í meira enn 60 ár hevur hon verið virkin á tónleikapallinum og hevur selt fleiri enn 100 mill. plátur kring heimin.