Mono

Mono

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Mono episodes

  • Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
    Í fýra Mono-sendingum leitar Fróði Løkságarð aftur í tíð og leggja 90'ini undir luppin. Her heima verða tey fyrstu 90'árini ofta sett í samband við kreppu, fráflyting og eitt tíðarskeið, tá tað mesta tóktist at ganga skeiva vegin. Men tá vit skriva 1994, byrjar gongdin so smátt at venda. Tær veruligu broytingarnar síggjast serliga í 1995. Fiskiskapurin tekur dyk á seg aftur, og høgir fiskaprísir skapa, saman við eini alivinnu í menning, búskaparligan vøkstur. Um somu tíð tekur eitt tónleikaligt rák seg upp í Bretlandi. Talan er um eitt mentanarligt skifti, har bretskar søgur og bretskur tónleikur fáa nýtt sjálvsálit. Onnur sendingin í Mono-røðini um "90'ini undir lutt" kallast "Britpop og bretskur samleiki".
    55 min
  • Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
    Í fýra Mono-sendingum leggur Fróði Løkságarð tónlistarliga 90-árini undir luppin. Byrjað verður í regnváta Seattle, har óhumska gjørdi um seg fyrstu helvt av 90-unum. Sendingin kallast Grunge og spik.
    52 min
  • Mono - R.E.M. (4:4)
    Í 1997 valdi trummusláarin Bill Berry, ein av teimum fýra upprunaligu limunum, at fara úr R.E.M. Í næstan tjúgu ár høvdu Michael Stipe, Peter Buck, Mike Mills og Bill Berry bygt eitt av mest týðandi tónleikaligu alheimunum í amerikanskum rokki upp. Teir vóru farnir frá smáum konserthølum í Georgia til heimsins størstu pallarnar. Frá undirgrund til heimsumfatandi gjøgnumbrot. Men nú vóru teir bara tríggir. Hvat ger ein bólkur, tá ein fjórðingur av samleikanum hvørvur? Heldur hann fram? Roynir hann at ljóða sum fyrr? Ella góðtekur hann, at okkurt er broytt og leitar eftir einum nýggjum máli? Frá 1998 til 2011 gjørdi R.E.M. fimm studioútgávur, sum vísa eina ferð gjøgnum sorg, iva, politiska vreiði, nýggja orku og eina vaksna tilvitan um, at allar søgur einaferð fáa ein enda. Hetta er søgan um R.E.M. eftir Bill Berry. Hetta er AFTER BILL.
    55 min
  • Mono - R.E.M. (3:4)
    Hendan triðja sendingin snýr seg um REM á tindinum, og hvussu limirnir í bólkinum velja at reagera upp á at vera blivnir heimskendir og sera nógv umbidnir í árunum frá 1992 til 1996.
    49 min
  • Mono - R.E.M. (2:4)
    REM var ein sera virkin bólkur frá 1980 til 2011 við eini rúgvu av stórum hittum. Teir vóru kendir fyri at blanda politiskar og oftani daprar kensluligar tekstir við løtt og sera oyravinarlig løg.
    50 min
  • Mono - R.E.M. (1:4)
    Tey fyrstu árini, tær fyrstu upptøkurnar og tær fyrstu útgávunar. Frá stovnan og ígjøgnum fyrstu árini bólkurin virkaði og mentist í og úr undirgrundsumhvørvinum í  Athens. Hergeir Eldevig leggur tiil rættis
    Mono sendingarnar hesar komandi fýra ferðirnar snúgva seg um R.E.M.. Ein sera virkin og væl umtóktur alternativur rockbólkur úr Athens, Georgia, USA.
    51 min

About Mono

From the publisher's feed

Styttri tónleikasendirøðir og einstakar tónleikasendingar við skiftandi vertum.