Olle Adolphson og Cornelis Vreeswijk fara at syngja. Olle fer at syngja fleiri vísur eftir Evert Taube og egnar vísur frá Læraraskúlahøllini í juli 1970. Cornelis Vreeswijk fer m.a. at syngja egnar sangir. Tann upptøkan er frá Kommunuskúlahøllini í 1974. Árni Condradsson tók konsertirnar upp. Tórður Johannesarson leggur til rættis.
Vit fara at hoyra Fred Åkerstrøm syngja í Læraraskúlahøllini í juli 1970 til eina amnestykonsert. Fred fer m.a. at tulka Fritz Sjöström, Bellman og Taube Tað var Árni Condradsson, ið tók konsertina upp. Tórður Johannesarson leggur til rættis.