Í sendingini í dag hoyra vit stór hitt frá 10'unum, har svensku hittsmiðirnir halda áfram at vera millum mest týðandi sangskrivararnar og framleiðararnar í altjóða poppi.
Hóast Cheiron Studios læt aftur í ár 2000, var tað ikki endin á tónleikaligu yrkisleiðini hjá hittsmiðunum úr Stokkhólmi. Hetta gjørdist bert byrjanin upp á eitt nýtt og spennandi tíðarskeið.
Í 1. parti leita vit aftur til upprunan hjá Cheiron Studios. Vit hoyra um tónleikaligu yrkisleiðina hjá Denniz Pop og Max Martin, sum í 90'unum og fram til aldarskiftið, smíðaðu altjóða hitt í einum kjallara í Stokkhólmi.
Í hesi fyrstu sendingini hoyra vit sonevnd minimalistisk løg, sum skulu lýsa hetta tónleikaslagið, sum tók seg upp í USA í 1950'unum og fyrst í 1960'unum. Í sendingini verða eisini spæld nøkur føroysk løg.