Innan jazztónleik hevur árið 1959 serstøðu sum "the greatest year in jazz." Eitt myndandi ár innan jazz, og fyri summi enntá hitt besta jazzárið yvirhøvur.
Av týdningarmiklum jazzplátum frá 1959 kunnu nevnast "Kind of Blue" hjá Miles Davis, "The Shape of Jazz to Come" hjá Ornette Coleman, "Time Out" hjá The Dave Brubeck Quartet og "Mingus Ah Um" hjá Charles Mingus.
Í fýra Mono-sendingum hava vit varpað ljós á hesar og aðrar viðkomandi útgávur frá jazzárinum 1959.
Lagt til rættis: Knút Háberg Eysturstein.