Mono

Mono

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Mono episodes

  • Søgan um Waylon Jennings (5:6)
    Vit hoyra um, hvussu “The Haighwaymen” bólkurin uppstóð, og at ongin í tónleikaraumhvørvinum í Nashville trúði uppá, at hetta fór at halda. Teir vóru saman í meira enn 10 ár.
    Vit hoyra søguna um sangin “Deportee”, sum bleiv gjørdur um eina flogvanlukku í 1948, har 28 mexikanarar lótu lív, og blivu teir allir koyrdur í eina felagsgrøv við ongum navni. Ímeðan teir fýra amerikanararnir, sum eisini lótu lív, blivu nevndir og fingu eina heiðurliga jarðararferð.
    Vit hoyra eisini Waylon tosa um sítt lív í kapitlunum 1 til 10, sum er á LP plátuni ”A Man Called Hoss”. Vit hoyra um, at Waylon fær hjartatrupuleikar, og verður innlagdur til “Bypass” skurðviðgerð.
    Oddbjørn Vágslíð hevur lagt sendirøðina til rættis, sum veðrur send í KvF. Djóni Andreasen lesur, og Erik Biskopstø hevur tikið upp og sett saman.
    58 min
  • Søgan um Waylon Jennings (4:6)
    Í fjórða parti av minnissending um Waylon Jennings eftir verður greitt frá hansara lívi frá 1979 til 1984. Vit hoyra um, tá ið Waylon og Jessi fáa ein son og um umstøður, tá ið hann fær kelinavnið “Skotmaður”.
    Vit hoyra um, at Waylon kemur í fíggjarliga trongstøðu við sínum virki og má søkja sær hjálp fyri at rudda upp og byrja aftur av nýggjum. Vit hoyra um, tá ið Waylon gevur Jessi tann søguliga “Kúgvamussin” á pálli á einari konsert í London. Waylon byrjar at fáa trupuleika við hjartanum og tekur avgerð um at fara í sjálvbodna avrúsing í einum einbýli yviri í Arizona.
    56 min
  • Søgan um Waylon Jennings (2:6)
    Vit hoyra um tað fystu tíðina í Nashville, har Waylon Jennings og Jessi Colter byrja at koma saman.
    Handrit og valt tónleik, Oddbjørn Vágslíð. Upplestur, Djóni Andreasen. Tikið upp og sett saman, Erik Biskupstøð
    55 min
  • Søgan um Waylon Jennings (1:6)
    Vit hoyra fyrstu plátu upptøkuna við Waylon Jennings, har hann syngur "Jole Blon" á fronskum máli, sum tey tosa í "Bayou" økinum í Louisana.
    Vit hoyra um lagnudagin 3. februar 1959, tá íð flúgvarin við Buddy Holly dettur niður, har allir persónarnir lótu lív. Waylon Jennings skuldi við hesum flogfari, men lagnan vildi nakað annað.
    Vit hoyra live upptøkur við Waylon Jennings og The Waylors í JD´s.
    Handrit og valt tónleik, Oddbjørn Vágslíð. Upplestur, Djóni Andreasen. Tikið upp og sett saman, Erik Biskupstøð.
    55 min

About Mono

From the publisher's feed

Styttri tónleikasendirøðir og einstakar tónleikasendingar við skiftandi vertum.