Innan jazztónleik hevur árið 1959 serstøðu sum "the greatest year in jazz". Eitt myndandi ár innan jazz, og fyri summi enntá hitt besta jazz árið yvirhøvur.
Av týdningarmiklum jazz plátum frá 1959 kunnu nevnast "Kind of Blue" hjá Miles Davis, "The Shape of Jazz to Come" hjá Ornette Coleman, "Time Out" hjá The Dave Brubeck Quartet og "Mingus Ah Um" hjá Charles Mingus.
Í fýra Mono-sendingum verður ljós varpað á hesar og aðrar viðkomandi útgávur frá jazz árinum 1959.
Lagt til rættis: Knút Háberg Eysturstein.