Hetta er triðji partur um tónleik við harmoniku, har verturin Rasmus á Fríðriksmørk Borðoy velur tónleikin. Farið verður til Fraklands og Norðuramerika í hesi sending. Í fyrstu helvt er tað franskur tónleikur við harmoniku, og her kemst ikki uttanum musette stílin ið so væl lýsir ta fronsku harmonikuna. Tónleikurin úr Norðuramerika er nakað blandaður í stíli, og her hoyra vit Tom Waits, Bob Dylan, The Band, Duke Ellington og onnur spæla sangir við harmoniku í ljóðmyndini.