Í fjórðu og síðstu sendingini um hip hop verður ljós varpað á SoundCloud hip hop.
SoundCloud hip hop er nýggjasta skotið á hip hop stammuni. Ein "lo-fi"-rørsla, ið varð navngivin í 2017 og bygdi á reingjaðan bass og ópolerað ljóð.
Lo-fi merkir, at tað ikki verður lagt so nógv orka í framleiðsluna og upptøkuna av tónleikinum. Tað gevur ein heilt serliga stíl, men lo-fi ger eisini, at tónlistafólkini ikki hava fyri neyðuni at verið knýtt at plátufeløgum ella at hava atgongd til mest framkomnu upptøku útgerðina, fyri at geva út og gera seg galdandi.