Fyrst hoyra vit eina andakt, síðani er vitjan av Hildu Viderø, sum greiðir frá um hjálparfelagskapin Mirjam. Les meira á https://www.facebook.com/groups/540275536326187
Vit hoyra Abraham Dalslíð, leiðari fyri Ung í trúðarverki í Føroyum, greiða frá tiltakinum "Allan vegin fyri Jesus", sum verður 11. og 12. feb. kl. 20.00 í Lívdini í Hoyvík.
Vit hoyra fyrst samrøðu við Peter Maiden. Vertur: Poul Jóhan Djurhuus. Síðani hoyra vit samrøðu við Bjarna Hansen, har Svenning av Lofti er vertur. Hesar samrøður kunnu eisini síggjast á Youtube kanalini hjá Iktus sjónvarp.
Fyrst greiðir Gunnar Nattestad frá Missiónsvikuni í Sandavági, 1.-6. feb. 2022. Síðani hoyra vit Jákup Hansen greiða frá virkseminum í Kristnastovu í Keypmannahavn. Til seinast hoyra vit Símun Persson Jacobsen greiða frá Missiónsvikuni í Skála, 1.-6. feb. 2022
Fyrst hoyra vit eina andakt. Síðani hoyra vit Andrias Magnussen greiða frá um stórmøtini hjá Heimamissiónini, sum eru 7.-9 jan. á trúboðin.fo. Andrias greiðir eisini frá hvussu tað gekk hjá Heimamissiónini í 2021. Til Seinast hoyra vit Niels Pauli Nónstein hava eina nýggjársheilsan. Upptøkan er frá Ebenezer og kann síggjast her https://youtu.be/bcyd4iMtPVU
1 hr 10 min
About Morgun á SJEY
From the publisher's feed
Tór Arni Samuelsen er vertur. Ein sending við prátið við ymiskar persónar, hvat Gud ger í teirra lívið. Eisini hoyra um tiltøk, sum eru kring landið.