Fyri 18 árum síðan tók tann í dag 40 ára gamla Jónley á Løgmansbø eina avgerð, sum líka síðan hevur havt ein altavgerandi leiklut í lívi hennara.
Jónley, sum frá barnsbeini hevur havt lungnasjúkuna cystiska fibrosu, valdi tá at fáa eina umfatandi lungnatransplantatión.
Í dag er Jónley elsti núlivandi føroyingurin við cystiskari fibrosu, og hóast kroppurin hevur tikið væl ímóti nýggju lungunum, livir hon hvønn dag í óvissuni um, hvussu nógva tíð hon hevur eftir.
Á Vegamótinum fortelur Jónley á Løgmansbø millum annað um barna- og ungdómsárini, tá hon var ógvuliga sjúk, um lungnatransplantatiónina, og hvussu hon hevur lært seg at liva við sjúkuni.