Skannarin 2.0

Nýggj mál sett fyri Kringvarpið


Listen Later

Send okkum viðmerking ella eitt hugskot. Tað verða vit glað fyri

Í tríggjar tímar viðgjørdi løgtingsfólk nýggja public service-sáttmálan, sum er gjørdur millum Kringvarpið og Mentamálaráðið.
Orðaskiftið fevndi bæði um, hvørjar bygdir Kringvarpið eigur at dekka, og hvussu Kringvarpið skal megna at draga ungdómin at sær.
Fjølmiðlanevndin er kærustovnur hjá fólki, sum kenna seg illa viðfarin av miðlunum. Hóast nevndin fær lutfalsliga eins nógvar kærur sum líknandi nevndir uttanlands, so kundi forkvinnan hugsa sær fleiri, so miðlarnir fingu greiðari mørk.
Gestir: Rógvi Olavson, formaður í Kringvarpsstýrinum og Ingrid Bjarnastein, forkvinna í Fjølmiðlanevndini

Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til [email protected]

...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Skannarin 2.0By Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen