Tað var næstan lagnunar speisemi. Amy Ljósheim arbeiddi á hjartadeildini á Ríkissjúkrahúsinum og hevði mangan hjálpt til, tá fólk fingu hjartasteðg. Hon hevði tó ongantíð hugsað tankan, at maðurin, hon skuldi giftast við, skuldi fáa hjartasteðg.
- Tá eg kom inn í kamarið og sá, hvussu Niels sá út í andlitinum, visti eg alt fyri eitt, at talan var um hjartasteðg. Eg hevði jú sæð slíkar tilburðir fyrr, tá eg var til arbeiðis.
Soleiðis sigur 49 ára gamla Amy Ljósheim, sum fyri 20 árum síðani misti unnustan, Niels Nicodemussen.
Tey bæði vóru tá trúðlovað og høvdu lagt brúdleypið til rættis. Men tað bleiv av ongum. Niels Nicodemussen doyði av hjartasteðginum.
- Í fleiri ár nívdi tað meg, at eg ikki visti, hví Niels var deyður. Hann var jú ungur og livdi væl annars, sigur Amy Ljósheim, sum í nógv ár royndi at finna orsøkina til hjartasteðgin.
Fyri sjey árum síðani fekk hon endiliga tað svarið, hon leingi hevði bíðað eftir.
- Tá bleiv tað greitt, at Niels hevði CTD, og tí hevði hann fingið hjartasteðg. Ikki fyrr enn tá fekk eg onkursvegna frið í sálina, sigur Amy Ljósheim.