Tey trý halda, at vit eiga at gera meira við kvæði, dans og søguna í kvæðunum í skúlunum á øllum stigum. Talan kann jú vera bæði um rørslu, myndagerð, søgu, leik, elektroniskar miðlar, landalæru o.s.fr. Eitt nú í evnisvikum. Tey halda, at skúlar skulu ikki aftra seg við at taka fólk í dansiumhvørvi at hjálpa til. Eisini verður nevnt, at evnið eigur at vera í læraraútbúgvingini, eins og frálærutilfar má útvegast. Eisini verður nevnt, at kanska kundi eitt starv verið skipað í undirvísingarverkinum, sum tók sær av mentanararvinum í skúla- og frálæruhøpi.