Økið í Vágsbotni, har standmyndin av Nólsoyar Páll stendur, er alt ov opið og stórt, og tískil eigur ein nýggjur bygningur at verða bygdur, har gamla Perlan stóð. Hetta siga arkitektarnar Gunnar Hoydal og Jónhild Johannesen. Og júst høvuðsuppgávan hjá Jónhild sum arkitektur er ein nýggjur og spennandi bygningur, har gamla Perlan stóð. Nýggja Perlan, ið er 375 fermetrar til støddar, er í trimum hæddum, og kann eitt nú nýtast til mentanarlig endamál, sum kunningarstova, eins og ovastu hæddirnar leggja upp til café og matstovuvirksemi. Bygningurin er neyvt teknaður til økið, síðan móti Hotel Tórshavn er býarkend bygging í trimum hæddum, meðan síðan móti Bryggjubakka lækkar stigvíst og soleiðis tillagar seg eldru bygningarnar á Bryggjubakka. Í sendingini eru vit eisini aftur á ferð saman við Gunnari Hoydal, arkitekti, í miðbýnum í Havn, har Gunnar eisini nemur við Perluna og hvønn týdning hon hevði og eigur at fáa aftur, eins og vit, saman við Edward Fuglø, listarmanni, eisini umrøða almenn rúm í Klaksvík. Og í Klaksvík verður eisini nomið við serligt býarrúm á Brekku, sum vit vanliga kanska ikki geva okkum serligt far um.