Talan var um dans í Dansistovuni í Vestmanna tann 1. oktober 1978 og spæld verður eitt av løgunum. Hans Christian Joensen tók upp, men byrjað verður við a-síðuni, sum Sunny hevði givið út árið fyri.
Vit spyrja Hans Black um ymiskt annað viðvíkjandi Hjarnum og Sunny. Til dømis hví teir eitt skifti kallaðu seg Sunny; um útlúgvandi uttanlandsferð; og nær hann sjálvur byrjaði at spæla trummur.
Løg:
Bad Dream
You Should Be Dancin'