Hesar upptøkurnar vórðu gjørdar á stóra tiltakinum hjá Sláið Ring og Kringvarpinum tann 24. januar, tá seks dansifeløg kvóðu 13 vísur og kvæði at senda í sjónvarpinum í ár. Tann fyrsta verður send mánakvøldið kl. 21. Rasmus var ein av teimum, sum skipaðu fyri, og hann heldur, at hetta tiltakið kundi verið tikið upp aftur við fleiri dansifeløgum.