Seinast í 1920-unum legði Viggo Lützen inn eina leigutrøð í Norðradali úr festinum Úti í Haga. Síðani bygdi hann hús og fjós, og hann og norska konan Ingegerd fóru undir landbúnað við neytum.
Ta fyrstu tíðina høvdu tey sjey neyt. Seinri fingu tey fleiri mjólkkýr. Úrdrátturin, rómi, varð reiddur til Frants Restorff í Havn tríggjar ferðir um vikuna. Eisini høvdu tey kálvar og grísar.