Listafólkini tosa um ymsar listagreinar tey hava hug at granska og hvussu tey bæði kortsíðan eru blivin hugtikin av at upptaka ljóð úti í tí fría. Tey tosa eisini um tað, at vera á skiftislestri og tað at taka stig til at standa fyri nýggjum átøkum sum mangla í Føroyum. Vit hoyra tveir tekstir frá Rannvá og tvey ljóðbrot frá Sjúrði, sum vísa ymsar leiðir tey hava flutt seg í síðstuni. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen spyrja eisini inn til teirra tilgongdir og hvørjar avbjóðingar tey hava havt á sínum veg.