Billa Jenný Jónleifsdóttir og Tordis Vang arbeiða báðar við myndlist á ymsan hátt. Billa er grafiskur sniðgevi og arbeiðir eisini við m.a fotografimyndum, serliga analogum/polaroid myndum, sum hon eftirviðgerð við at petta sundur og seta saman á serstakan hátt. Tordis hevur aðra tilgongd talgilda tilgongd, har hon eygleiðir, pallsetir og avmyndar í hópatali fyri síðani at fara destrukivt til verka við teimum í eftirviðgerðini aftaná á ein meira digitalan hátt enn Billa. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um tað at kalla seg fotograf ella ikki, hvussu tær fingu áhuga fyri hesi listagrein og hvussu tær fara til verka við tí.