Guðrið og Karl ganga bæði á tónlistabreytini í listaligum arbeiði á Setrinum. Har verða tey boðin av og biðin at gera ymiskt, sum tey kanska annars ikki høvdu farið í holtur við av sær sjálvum. Sum td. at upptaka sjálvi í studio, gera strúkaraútsetingar, v.m. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um teirra listaligu tilgongdir og hvat hevur teirra áhugað í løtuni tá tað kemur til at framleiða tónleik.