Alda og Jórunn vóru báðar í tí kuratoriska toyminum til Ólavsøkuframsýningina 2024. Tær eru staddar á Listasavni Føroya og práta um, hvussu tilgongdin hevur verið at kuratera framsýningina. Alda er myndlistakvinna og arbeiðir við ymiskum miðlum. Jórun er arkitektur við yvirbygnaði í restaurering, transformatión og mentanararvi. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, hvussu ólavsøkuframsýningin 2024 skal hýsast.