Tær tríggjar listakvinnurnar Guðrið, Rannvá og Bjørk eru allar við á Ólavsøkuframsýningini 2024. Felags fyri tær allar er, at tær onkursvegna hava skrivingina við í verkunum, sum tær sýna fram, hóast skrivingin ikki er tann einasti miðilin, sum tær arbeiða við. Tær tosa saman í sendingini um, hvussu tær arbeiða við teksti á Ólavsøkuframsýningini, og hvussu tað heilt persónliga verða sýnt fram í slíkari framsýning. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, hvussu vit eru sárbær á skrift.