Tónleikakvinnurnar Simona Paula á Fríðriksmørk og Lena Anderson arbeiða nógv við tekstunum, sum tær syngja. Skapanartilgongdirnar eru ymiskar; millum annað verður tosað um, hvussu ein gongutúrur kann nýtast til at skriva ein sangtekst. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, hvat mann kann syngja um.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.